Ring á 31 36 66

Um Waag

WAAG er bilasøla við framkomnum verkstaði, sum umboðar bilmerkini Mercedes-Benz, Hyundai, Renault, Dacia, Nissan og Mitsubishi.

Upprunin til fyritøkuna var P/F Ivan Johansen, sum varð stovnað fyrst í 1970-árunum, men um aldaskiftið skifti fyritøkan eigarar og hevur síðan ment seg til størstu bilasølu í landinum.

Í 2013 var tíðin var tíðin komin til at skifta samleika og modernisera fyritøkuna munandi. Mánadagin 4. februar 2013 fekk fyritøkan navnið P/F WAAG og læt upp í nýggjum og stásiligum hølum á Hoyvíksvegi 63, har fyritøkan eisini hevði hildið til frammanundan.

Tann støðugi vøksturin síðan aldaskiftið hevði við sær, at hølini á Hoyvíksvegi gjørdist ov lítil. Í 2023 keypti WAAG bilasøluna Auto Service, og seinni sama ár flutti WAAG inn í hølini, har Auto Service fyrr helt til, við Oyggjarvegin í Havn. Her halda bilasølan, verkstaðið, goymslan og umsitingin hjá WAAG til í dag.

Harumframt hevur WAAG stórt dekk- og plátuverkstað á Hjalla.

Um 40 fólk eru í føstum starvi hjá WAAG, og vit arbeiða støðugt við at menna fyritøkuna til møta teimum tænastukrøvum, sum nútíðin og kundarnir seta.

VIRKISKUNNING

Pf. WAAG

Undir Krákugjógv 19

Postboks 3205

FO-100 Tórshavn

Tel. (+298) 31 36 66

Teldupostur: [email protected]

V-tal: 555 908

BANKAKONTI

Betri: 9181 – 275.492.6

Bank Nordik: 6460 – 159.412.7

Finn okkum

Mekaniska verkstaðið heldur til í bygninginum hjá WAAG, Undir Krákugjógv 19, við Oyggjarvegin í Havn.